Heim    |     Samband    |     Síðuyvirlit    |     Print       
 
Forsíða Viðmerkingar Framd mál Ávegis mál Stevnumið Um Bjarna Myndir Slóðir
Bjarni Djurholm


Lógarbroytingar og onnur átøk skulu gerast, so at javnvágin millum familju- og arbeiðsmarknaðin kann betrast. Politiskt skal meira fokus setast á týdningin av javnvág millum privat- og familjulív og arbeiðslív.

 
Familjan


 

   
Konan Eydna
er fødd í 1963. Dóttir Sigbjørg og Thomas Paula Jacobsen, Nólsoy.
Eydna er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Hon er útbúgvin tekniskur assistentur. Hon arbeiddi fleiri ár hjá Sofus Jakobsen, ráðgevandi verkfr. Síðani 1996 arbeitt á Føroya Tele.
 

 

Tummas Pauli
er føddur í 1980. Aftaná lokið FHS-ár, var hann eitt ár í USA sum skiftis-næmingur (AFS). Hann búði nærhendis Boston. Afturkomin fór hann á HH. Tá hann var liðugur á Handilsskúlanum, fór hann í bankalæru í Føroya Banka. Aftaná lokna bankaútbúgving starvaðist hann eitt skifti í bankanum. Aftaná lesnað í Keypmannahavn hevur Tummas Pauli starvast í Eik-banka. Seinastu mánaðirnar hevur Tummas Pauli verið til skips, við Næraberg og innímillum við Lerki.
 

               

                 

 

Annika
er fødd í 1988. Tá hon var liðug við 10. flokk, fór hon á Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Haðani fór hon til Suðurtýskland í 3/4-ár at arbeiða sum aupair. Komin aftur úr Týsklandi arbeiddi hon á Hotel Bethel í Keypmannahavn í ½ ár.
Tá Annika var liðug HF í 2009 var hon fyrst eitt stutt skifti í Ukraina í barnahjálpararbeiði. Frá sept. til jóla 2009 var Annika í Cambodia og arbeiddi sum volontørur hjá Heimamissiónini. Frá byrjan í 2010 til á vári 2011 arbeiddi Annika í vøggustovu í Havn.
Á sumri 2010 var Annika í  Ukraina í barnahjálpararbeiði og frá mai til medio juli 2011 var hon aftur i Ukraina í hjálpararbeiði fyri foreldraleys børn.
Annika byrjaði at lesa til sjúkrarøktarfrøðing á Diakonissestiftelsen í Frederikssberg í september 2011. 

         

                 

Monika Maria
er fødd í 1991. Tá Monika var liðug í fólkaskúlanum fór hon á Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Haðani fór Monika á Tekniska Skúlanum at læra til kosmetikara. Aftaná lokið kosmetikaraprógv í juni 2011 fór Monika á Heilsuhjálparaskúlan í Hovi í sept. 2011. Monika var saman við Anniku og øðrum ungum í juli 2010 í barnahjálpararbeiði í Ukraina.
           
                                             
                       
 
 
 
 
Bjarni Djurholm Millum Gilja 121 188 Hoyvík Tel 315940 E-mail: djurholm@post.olivant.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media